Hóast illveðrið í dag, so liggur oddaliðið í 1. deild, B68, væl á kósini. At toftamenn stýra trygt móti Formula deildini vístu teir seinnapartin í Sørvági, har B68 vann 4-1 á SÍ. Í hálvleikinum var B68 frammanfyri 1-0.
Stóri maðurin hjá B68 var aftur hesa ferð álopsspælarin Dánial Hansen, sum skoraði tríggjar ferðir.
Eitt korter var farið, tá ið Dánial Hansen legði B68 framum, og hann økti um leiðsluna beinanvegin í 2. hálvleiki. Eftir hornaspark skoraði verjuspælarin Arnbjørn Danielsen til 3-0. Eitt korter var eftir, tá ið Dánial Hansen skoraði til 4-0. Stutt fyri leiklok pyntaði Jens Erik Rasmussen við brotssparki um støðuna hjá heimaliðnum.