B68 heldur fram í steypakappingini

B68 verður partur av fjórðingsfinaluni í kappingini um løgmanssteypið. Tað gjørdist greitt, tá ið toftamenn á heimavølli seinnapartin í vánaligu líkindunum vunnu 3-0 á 07 Vestur.

Eftir 1. hálvleik var málleyst. Seks minuttir eftir steðgin setti miðverjin Jóhan Dávur Højgaard hol á við brotssparki. Eitt korter restaði, tá ið vongverjin Poul N. Poulsen økti um leiðsluna, og ein minutt fyri leiklok staðfesti Ndende Adama Gueye trivaliga sigurin.