B68 hevur lykilin til spenning

B36 roynir at hanga í hølinum á GÍ, meðan HB tapið ímóti grannunum hevur við sær, at møguleikin fyri altjóða luttøku komandi ár hjá HB hongur í sera klønum tráði

 

Samanum


Áttanda umfarið myndaðist soleiðis, sum tað kundi roknast við. Nú er stóri spurningurin, um B68 fer at megna at gera nakað við GÍ í annaðkvøld. Undan síðsta dystinum í áttanda umfarinum er GÍ tvey stig undan B36. Tað vil siga, at spenningur kann koma í aftur, um B68 megnar at gera nakað við GÍ.

B68 hevur ofta staðið seg væl í Sarpigerði, men kortini er eingin ivi um, at GÍ er stórfavorittur í annaðkvøld. Gøtumenn hava verið sera støðugir, teir hava so at siga ikki gjørt mistøk, og tá tað hevur staðið á, hava teir havt styrki og myndugleika at avgera sær sjálvum til fyrimunar.

B36 setti grannarnar upp á pláss. Málmunurin ar bara eitt, men avrikið hjá B36 og HB staðfestu, at støðutalvan er røtt. Í løtuni er B36 nógv betri fyri enn HB.

Í eldra havnarfelagnum hava teir ongantíð dult, at teirra mál er hvørt ár at taka lut í Europa Cup. Eftir tapið ímóti B36 er møguleikin fyri at vinna FM sera langt burtur, og annað plássið, sum ber rætt til UEFA Cup atgongumerki við sær, er langt úti í havsbrúnni.

Vágbingar høvdu tað torført ímóti EB/Streymi. Jóansøkugestirnir í Vági vístu seg so væl skipaðar og snildar, sum tað kundi roknast við, eftir at teir so rudduliga høvdu vunnið á norðoyarstevnu.

VB sigurin ber vágbingar upp á triðja plássið. Komandi sunnudag skulu teir í Gundadal at stríðast við B36. VB er nú fýra stig aftanfyri B36. Um teir vinna í Gundadali, og GÍ bæði vinnur í annaðkvøld ímóti B68, og tá teir sunnudagin fara at spæla á Sandi, er sera ilt at ímynda sær nakra kapping um FM heitið.


Miðjan

Á heiðursmerkjaplássunum eru nú GÍ, B36 og VB. Umframt HB eru í miðbólkinum KÍ, NSÍ og B68. Felags fyri øll hesi liðini er, at avrikini hava verið sera óstøðug. Tað ber stutt sagt ikki til frammanundan at rokna við, hvussu tað fer at tørna út.

Hjá KÍ var avrikið ímóti FS Vágum ikki á nakran hátt sannførandi. Men teir fingu øll stigini, og tað eigur at vera lagt til merkis, at um teir ikki høvdu havt stórkiksað ímóti EB/Streymi, so høvdu teir havt verið við í kappingini um Europa Cup pláss ? sjálvt um teir taptu 5?0 ímóti B36 í Gundadali.

NSÍ droymir um altjóða fótbólt, men tað er einki, sum í løtuni bendir á, at tað verður til annað enn dreymar. Sunnudagin skulu teir norður á Mølina. Tað verður ein ógvuliga spennandi dystur.


Botnurin

Undan kappingarbyrjan varð roknað við, at stríðið um beinleiðis niðurflyting fór at standa ímillum B71, EB/Streym og FS Vágar. Støðutalvan vísir, at tann rokningin hevur verið røtt. Vit hava fleiri ferðir áður sagt, at avgerðin um, hvør skal enda niðast, fer at verða funnin í innanhýsis dystunum ímillum hesi feløgini, og soleiðis verður tað. At FSV tapti 15?0 ímóti B36, og at teir taptu 6?1 ímóti B68 hevur ikki so nógv at siga. Tað hevur nógv størri týdning, hvussu teir fara at standa seg ímóti EB/Streymi og B71.

Næsta uppgerðin av hesum slagnum verður annan sunnudag, tá sandoyingar skulu norður til Eiðis.

Avrikið hjá FSV í Klaksvík vísti, at arbeiðið hjá Alberti Ellefsen og Jonhardi Joensen gongur rætta vegin. Men har er nógv at fáa upp á pláss. Kortini loyva vit okkum at siga, at um spælararnir fara at vísa rættan hugburð, so er tað ikki givið, at FSV uttan kapping fer at flyta beinleiðis niður.