Fótbóltur
Ber tað til at vinna trý stig, sjálvt um tú ongantíð hevur roynd innanfyri málkarmarnar hjá mótstøðuliðnum. Tey flestu mundu ivaleyst svarað avgjørt nei til henda spurningin. Men ikki tey, sum vóru á Svangaskarði, tá ið B36 vitjaði hósdagin. B68 vann 1?0. Men teir høvdu onga roynd innanfyri málrammuna hjá B36!
Einasta málið kom longu í 4. minutti. Bogi Petersen, sum var á beinkinum á Skála, men sum hesa ferð stríddist væl á miðvallarplássinum í høgru, smekkaði innfyri. Eingin heimamaður var í nánd, men samskiftið millum Pól Thorsteinsson og René Tórgarð, sum hesa ferð var fyrsta valið millum stólparnar, var vánaligt. Pól tamdi við bringuni inn til málverjan, helt hann. Men ólukkutíð fyri teir báðar og B36, so var málverjin á veg fram, og bólturin trillaði framvið honum og í málið.
Málið var akkurát tað, sum heimaliðið hevði brúk fyri og køld pøs í andlitið á B36. René Tórgarð var ikki sannførandi næstu løtuna, og heimaliðið fekk sinniliga yvirskotið at stríðast.
Í 12. minutti átti B36 at havt javnað. Diagonalsending frá Jákupi á Borg í høgru slapp at sigla framvið allari verjuni og út til Heðin á Lakjuni, sum smekkaði flatt innfyri málið til John Petersen, sum mitt fyri var púra leysur, tá ið hann setti innaru síðuna á, men bólturin fór við síðuna av handara stólpanum.
Høvuðleyst
Sum tíðin leið, gjørdist tað alt meiri greitt, hvat tað fór at snúgva seg um. B68 innstillaði seg at verja tepru leiðsluna, og B36 slepti alt meiri í verjupartinum fyri í hvussu so er at fáa eitt stig.
Sverrir Kjærbo hevði í 21. minutti góða langskotsroynd, sum Albert Sævarson noyddist at strekkja seg so nógv eftir, at høvdið small í stólpan, og í 66. minutti stútaði Jens Kristian Hansen hornasparksinnlegg úr høgru í stólpan.
Í síðstu løtuni av 1. hálvleiki var um reppið, at frísparkskombinatión hjá B68 bar mál við sær, men Bogi Petersen sendi fimm sentimetrar skeivu megin stólparótina.
Annars var tað stríð um miðvøllin. Har hevði B68 kombinatiónssterkaru spælararnar. B36arnir áttu at verið eins óførir at renna. Men ferð eftir ferð trongdu teir seg upp í ein krók, og teir evnaðu yvirhøvur ikki at spæla seg til málmøguleikar, og tá ið tað einar tvær ferðir í 2. hálvleiki var tætt við, undirstrikaði Albert Sævarson í B68 málinum, at tað er sannur fongur í honum.
B36 royndi ofta long síðuskift, men tá fór bólturin oftast út av, teir oystu høgt og langt í brotsteigin í vónini at raka í høvdið á ikki eyðsýnda John Petersen, men tað eydnaðist ikki. Hans Fróði Hansen, sum í síðstu viku var vrakaður til landsliðið, var ógvuliga væl upplagdur og sannur brandur í høvuðsspælinum, og hann, Arnbjørn Danielsen og Dánial Hansen vóru ikki bangir fyri at ofra seg, tá ið teir tveittu seg niður í taklingarnar og vunnu tvídystirnar ímóti alt meiri mótleysu og lamslignu mótstøðumonnunum.
Sum dysturin leið tóktist sannlíkið at vera minst eins stórt fyri, at B68 skuldi økja um leiðsluna í snarálopi, sum tað var fyri, at B36 skuldi megna at javna. Tað kom einki mál afturat, men tað løgdu teir á heimaliðnum vertin í. Lagið á B36 viðhaldsfólkunum, sum í góðveðrinum høvdu brúkt dýrabærar bensindropar upp á túrin inn á Toftir, var einki serligt. Tað var lætt at skilja út frá tí, sum tey høvdu verið vitni til. Teirra lið hevði einki víst, og mótstøðuliðið hevði onga roynd havt innanfyri málrammuna hjá B36, men kortini høvdu teir vunnið 1?0 á væntaða meistaraliðnum!
B68?B36 1?0 (1?0)
1?0: sjálvmál Pól Thorsteinsson 4.
B68: Albert Sævarsson ? Dánial Hansen, Arnbjørn Danielsen, Hans Fróði Hansen ? Bogi Petersen (Kristian Anton Andreasen, 81), Fróði Benjaminsen, Jann Ingi Petersen, Øssur Hansen, John Heri Dam ? Súni Fríði Johannesen, Øssur Jacobsen (Jóhan Petur Poulsen, 66.)
Gult kort: Jóhan Petur Poulsen
B36: René Tórgarð ? Allan Mørkøre, Pól Thorsteinsson, Jens Kristian Hansen, Rúni Elttør ? Julian Johnsson, Klæmint Matras, Sverrir Kjærbo (Sonny Johansen, 56.) ? Jákup á Borg, John Petersen, Heðin á Lakjuni