B68 úrlætnir av sandoyingum

Wellington Soares og hinir sandoyingarnir vunnu botndystin á Svangaskarði trygt við trimum málum móti ongum. B71 hevur lyft seg upp um niðurflytingarstrikuna, meðan støðan er lítið hugalig á Toftum

Ofta hevur verið ført fram, at fleiri av útlendingunum í føroyskum fótbólti ikki megna tað, ið væntað verður av teimum. Dømini eru eisini fleiri um hesar, sum eftir fáar mánaðir í Føroyum venda nøsini aftur móti heimlandinum.

Seinastu dagarnir hava sandoyingar tó í øllum førum verið glaðir fyri ein brasiliumann. Við tveimum sera flottum málum var hann dagsins maður á Svangaskarði í gjár. Navnið er Wellington Soares, sum seinastu árini hevur verið stuðulsleikari á miðvøllinum hjá B71.

Fyri fyrstu ferð í langa tíð eydnaðist tað sandoyingum at vinna triðja landskappingardystin upp í slag, tá teir vitjaðu B68 leygardagin. Sigurin var somuleiðis tann størsti í Formuladeildini hjá B71, síðan teir í øðrum umfari í fjør vunnu við trimum málum móti ongum á útivølli ímóti HB.


Vøkur mál

Fyrr ella seinni mátti lukkast.

Í fyrra hálvleiki á Toftum leygardagin misnýttu gestirnir av Sandoynni fleiri upplagdar møguleikar. Clayton Soares skuldi í tveimum førum at lagt B71 á odda, men einsamallur við málverjan bar ikki til hjá brasilumanninum. Løtu seinni sendi framrættaði miðvallarin við frálíkari avlevering vongin í høgru, Mads Hentze, avstað. Men við innaru síðuni lyfti hann upp um málverjan og málið.

Miðskeiðis í seinna hálvleiki eydnaðist tó hjá Wellington Soares. Úr fjarðstøðu á góðar 20 metrar sendi miðvallarin heilt í málhornið handan málverjan. Eitt ógvuliga vakurt mál.

Høgni Midjord var minuttin áðrenn innskiftur fyri Patrick Sunday. Nigerianski framherjin royndist í løtum væl, og hann hevði eisini eina góða atsókn á málið. Ein skaði hevði við sær, at hann noyddist av vøllinum, men tað iðraðu sandoyingar seg helst ikki stórvegis um eftir dystarlok.

Móti endanum økti Høgni Midjord um leiðsluna við einum heldur sjáldsomum máli. Símun Rógvi Hansen sendi bóltin úr egnum brotsteigi niðan í hin, og fyrstur á – í kapprenning við Arnbjørn Danielsen og Dánjal Hansen – var ungi framherjin, sum stýrdi bóltinum við høvdinum um málstrikuna.

Wellington Soares staðfesti rimmar sigurin eftir frálíkt einstaklinga avrik. Hann setti fýra toftamenn av, áðrenn hann sendi í netið.


Vent í holuni

Fyri mánaða síðan sá fullkomiliga vónleyst út inni í Dal. Hóast tað ofta var nær við at fáa stig, so staðfesti stigatalvan, at B71 var botnproppur í bestu deildini. Ein lítið hugalig støða, men nú er av álvara vent í holuni.

Heimasigur á KÍ og útisigur á botnliðnum Skála hava reist sandoyingarnar. Um vikuskiftið vunnu teir stórsigur á B68, sum nú aftur eru við í botnstríðnum. Toftamenn vóru leikliga væl við leygardagin, men møguleikarnir vóru fáir. Ndende Gueye hevði eina roynd, tá Símun Rógvi Hansen bjargaði meistarliga. Tað var fyri so vítt tað.

B68 hava tapt á heimavøllinum ímóti bæði B71 og Skála, og tað er sjálvsagt ikki nøktandi. Summarsteðgurin kemur helst frálíka væl við hjá teimum, nú úrslitini als ikki fella í teirra lut.



B68 – B71 0-3 (0-0)

68.: 0-1, Wellington Soares

88.: 0-2, Høgni Midjord

89.: 0-3, Wellington Soares

Dómari: Einar Ø. Danielsson

B68: Vlada Filipovic – Niklas Joensen, Arnbjørn Danielsen, Dánjal Hansen, Øssur Hansen – Kristan Anthon Andreasen, Ndende Adama Gueye (89.: Jónleif Højgaard), Jann Ingi Petersen, Badara Diedhiou – Ameth Keita (81.: Ovi Magnussen), Jóan Símun Edmundsson

Gult kort: Arnbjørn Danielsen, Niklas Joensen, Ndende Adama Gueye og Ameth Keita

B71: Símun Rógvi Hansen – Bergleif Sólsker, Fabio Vieira, Eirikur Poulsen, Símin Hansen – Mads Hentze, Mikkjal Hentze, Flavio Santana, Wellington Soares – Clayton Soares – Patrick Sunday (66.: Høgni Midjord)

Gult kort: Fabio Veira og Mikkjal Hentze






Fekk sjáldsaman leiklut


- Tað er ikki so nógv at siga. Eg sendi bóltin niðan ímóti Høgna Midjord, sum trúði upp á møguleikan. Hann var fyrstur á, og skallaði upp um málverjan – eitt heldur sjáldsamt mál.

Símun Rógvi Hansen hevði sjáldsaman leiklut á Toftum leygardagin. Hann legði upp til málið, sum tók luftina úr B68. Málverjin frøist sjálvsagt um sigurin, og serliga gleddist hann um avrikið hjá Wellington.

- Hann hevði ein frálíkan dag, og málini vóru sera vøkur. Wellington hevur staðið seg sera væl í seinastuni, og tað er umráðandi. Hann hevur, saman við viðleikarunum, lyft liðið. Sálarliga eru vit væl brynjaðir at fara undir seinnu kappingarhálvu, og vit fara at stríðast fyri hesum. Nú er at dríva á, sigur Símun Rógvi Hansen, málverji hjá B71, sum staðfestir, at hugburðurin í hópinum hevur verið sera góður í seinastuni.