B68 hevur endað samstarvið við venjaran Svenn Ó. Olsen, sum hevur vant besta liðið hjá monnum í fótbólti. Hesum boðar nevndin í Tofta Ítróttarfelag B68 frá í kvøld á heimasíðu síni.
Gøtumaðurin Svenn Ó. Olsen skrivaði undir 2 ára sáttmála við B68 í november í fjør, og málið var at flyta upp í bestu deildina. B68 liggur nú á 5. plássi í 1. deild við 25 stigum.
- Felagið fer í næstum at seta nýggjan venjara at standa fyri arbeiðinum sum høvuðsungdómsvenjara‚ høvuðsvenjara og somuleiðis hava ábyrgd av øllum tí ítróttarliga hjá felagnum, skrivar B68.