B68 skapar ongar møguleikar

- Vit skapa hvørki eitt ella annað, sigur Jóhan Dávur Højgaard um kreppurakta B68 liðið

B68 liggur nú einsamalt aftast í Effo-deildini, eftir at toftamenn í kvøld taptu 1-0 fyri Skála. Tað eru fimm stig upp til niðurflytingarstrikuna. B68 tapti undan sumarsteðginum fyri AB, og tapti 6-0 fyri HB á ólavsøku.


Les eisini: (Video) Her vinnur Skála á B68

 

-       Vit skapa hvørki eitt ella annað og tað mugu vit arbeiða við. Vit mugu skapa nakrar kjansir um vit skulu gera okkum galdandi í hesi deildini, sigur Jóhan Dávur Højgaard argur og vónbrotin á málinum, stutt eftir at dómarin hevði bríkslað fyri seinastu ferð á Skála.

 

Les eisini: Fantastiskt! (Pætur Dam Jacobsen)

 

Støðan á stigatalvuni sær nú ræðandi út fyri B68, sum liggur aftast.

 

- Nei, nú sær einki út, men vit mugu bara arbeiða nógv harðari. Úrslitini koma ikki av sær sjálvum, so tað má hart arbeiði til. Tað er einki annað at gera, sigur Jóhan Dávur Højgaard víðari.

 

B68 nærkast av álvara kreppu. Teir hava seinastu trý umførini tap móti niðurflytingar-kappingarneytinum Skála og AB, umframt at liðið bleiv avbukað á ólavsøku móti HB. B68 hevur fimm stig upp til AB.

 

- Eg trúgvi altíð upp á tað og eg rokni við, at vit klára tað, sigur Jóhan Dávur at enda.

 

B68 skal komandi umfar spæla móti KÍ í Klaksvík.

Hoyr samrøðuna við Jóhan Dávur Højgaard við at trýsta á pílin undir myndini