Fótbóltur
Ivaleyst høvdu sandoyingar, tá teir komu til Toftir, einki ímóti, at teir skuldu fara avstað aftur við javnleiki. Men tað kom næstan ongantíð upp á tal at spæla verjukent og dyrgja eftir javnleikinum.
B68 legði fyri sum eitt ódnarveður. Jóannes Jakobsen vildi hava teir at spæla skjótt og ágangandi, og tað var týðuligt, at ætlanin var, at spælið skuldi togast í borðini. Arnold Joensen lá uttarlaga í høgru, og Øssur Hansen lá heilt úti í vinstru. Tað var landsliðsmaðurin, sum setti hol á, tá bara tríggir minuttir vóru farnir. Hann sletti persónliga mótstøðumannin av sær, dróg tvørturum og sendi flatt í handara síðunetið.
B71 málverjin Allin Simonsen bjargaði fleiri ferðir fyrstu løtuna, og bæði stólpi og tvørtræ hjálptu til. B71 málverjin royndist væl, men tað skerst ikki burtur, at tað var ein smeitur hjá sandoyingum, at Valdemar Nowisci ikki var við. Hann gjørdist sjúkur leygardagin, og tískil var hann ikki tann eyka megin, sum við styrkini í luftini og skjótleikanum á strikuni kundi hildið tætt hjá gestunum.
Óstøðugt
Toftaspruttið linkaði, tá fyrra umfarið var hálvrunnið, ferðin dalaði, og so kom B71 meiri við. Julian Floresco, sum fyri fyrstu ferð í ár fekk møguleikan frá fyrsta bríksli í landskappingini, og Eli Hentze megnaðu í løtum at stýra eitt tvey samanspæli. Og Kári Nielsen, sum eftir drúgvan skaðasteðg var við fyri fyrstu ferð í ár, var hegnigur í álopinum.
Tað setti ein rættuligan hvøkk í, tá sandoyingar javnaðu. Julian Floresco sendi úr vinstru fríspark tvørtur um, og úr tólv metra fjarstøðu og eitt sindur til høgru stútaði miðverjin Bjørn Thorsteinsson høgt upp. Bólturin dalaði niður, og eingin vandi tóktist vera, tá B68 málverjin loftaði, men ólukkutíð fyri heimaliðið, so datt málverjin afturav og misti bóltin í málið.
Málið hevði við sær, at B71 blomstraði eina løtu, og teir tilspældu sær fleiri hornaspørk. Men fram ímóti steðginum fekk heimaliðið valdið aftur. Lítla løtu undan steðginum komu teir framum aftur. B71 døllaði í verjuspælinum, tá B68 tvær ferðir upp í slag fekk loyvi at taka stutt horna í vinstru, og seinnu ferðina stýrdi Súni Fríði Johannesen við handara stólpan innlegginum frá Øssuri Hansen ínn við stólpanum.
Í 2. hálvleiki legði B68 ágrýtið fyri. Ungi miðvallarin, Jann Ingi Petersen, heilfluktaði úr átjan metrum á tvørtræið, og Mortan Hansen stútaði úr stuttari fjarstøðu niður í og upp um.
Súni Fríði Johannesen, sum í fjør gjørdi hattrikk á Svangaskarði ímóti B71, gjørdist hesa ferð tvey mála skjútti, tá hann var fyrstur á, eftir at fínt uppspæl frá Øssuri Hansen endaði við fløtum innleggi frá Arnoldi Joensen úr høgru. Mortan Hansen sendi í samankomingina, og miðframherjin var fyrstur á returinum.
Sum 2. hálvleikur leið gjuørdist spælið alt minni skipað. B71 setti spenning í aftur, tá teir minkaðu um munin til 3?2. Magnus Poulsen hálvbjargaði frísparksroynd frá Juliani Floresco, og Kári Nielsen var fyrstur á returbóltinum.
At tað bara var eitt mál á muni hevði við sær, at nervin alla tíðina var til staðar. Men B71 fekk einki burturúr. Í síðstu løtu stútaði Fróði Benjaminsen, sum avgjørt var ímillum teir frægaru á vøllinum, við nærra stólpan innlegg frá Øssuri Hansen dygst inn við stólpanum, og harvið hevði B68 vunnið fyrsta sigurin í hesum árinum.
B68-B71 4-2 (2-1)
1-0: Øssur Hansen 3
1-1: Magnus Poulsen (sjálvmál) 32
2-1: Súni Fríði Johannesen 44
3-1: Súni Fríði Johannesen 56
3-2: Kári Nielsen 75
4-2: Fróði Benjaminsen 90
Dómari: Suni Johansen
B68: Magnus Poulsen ? Marlon Jorge, Jan C. Dam, Hans Fróði Hansen, Jákup Eli Olsen ? Arnold Joensen, Jann Ingi Petersen, Fróði Benjaminsen, Øssur Hansen ? Mortan Hansen, Súni Fríði Johannesen
B71: Allin Simonsen ? Bjørn Thorsteinsson, Bernhard Petersen, Jógvan Jón Petersen ? Svenning W. Hansen, Eli Hentze, Julian Floresco, Jón Brekku, Hans Jørgen Djurhuus ? Høgni Hansen, Kári Nielsen