B68 spælari er givin

07 Vestur er á veg á Svangaskarð uttan leikbannaðan miðverja

Klokkan 18 verður fyrsta bríksl á Svangaskarði, har B68 fær vitjan av 07 Vestur. Hetta er síðsti dystur í fimta umfari.

 

B68 hevur higartil í ár ikki vunnið fulla úrtøku. Einasta stigið higartil í ár vann B68 í 1-1 útidystinum ímóti EB/Streymi í 2. umfari.

 

Í kvøld hevur 07 Vestur møguleika at lyfta seg fram á fjórða plássið, sum KÍ nú er á. 07 Vestur hevur 7 stig, og KÍ og NSÍ hava 9 stig.

 

Hjá 07 Vestur er miðverjin Sonni Ragnar Nattestad, eftir at hann í 2-2 dystinum ímóti B36 í Gundadali miðskeiðis í seinna hálvleiki sá gula kortið fyri aðru ferð og harvið eisini reyða kortið. Magnus Isager er skaddur í lærkrikanum. Tað verður roknað við, at hann ikki verður førur fyri at spæla fyrr enn um tríggjar vikur.

 

Hjá B68 eru brøðurnir Esmar P. Clementsen og Karstin Clementsen framvegis skaddir. Áki Johannesen er darvaður av skaða í lærkrikanum, men tað verður roknað við, at hann fer at spæla í kvøld.

 

Jónas Warner, sum hevur vant við B68 í vetur, er fyribils givin at spæla fótbólt. Í fyrsta umfari var hann millum teir fyrstu ellivu, og í tveimum teimum næstu umførunum varð hann skiftur inn miðskeiðis í seinna hálvleiki. Jónas Warner hevði spælt við B71 í fleiri ár, tá ið hann undan 2023 kappingarárinum flutti til B68. Síðsta summar flutti hann aftur úr B68 og til B71, og í vetur flutti hann aftur til B68, og nú er hann fyribils givin at spæla fótbólt.

 

B68 – 07 Vestur: Heini Ziskason Viðoyr kl. 18.00.

 

 

 

Víkingur550016315
HB540110412
B36531111410
53021169
NSÍ53021079
07 Vestur4211767
EB/Streymur51138104
Skála51047113
B684013171
ÍF50051240