1. mai-hald verður í Vágsbotni

1. mai-haldið hjá Havnar Arbeiðarafelag verður aftur í ár í Vágsbotni í Havn

Vanligt var at hava 1. mai haldið á Vaglinum, har røðararnir standa undir tinghúsinum. Men soleiðis ikki í fjør, og soleiðis verður heldur ikki í ár.

 

Havnar Arbeiðarafelag skrivar, at felagið skipar aftur í ár fyri 1. mai dagshaldi, sum byrjar klokkan 16 í Vágsbotni.

 

Røðarar verða Marianna S. Hansen lærlingur, Kári Johansen býráðslimur og Jóanes Nielsen rithøvundur.

 

Havnar Hornorkestur og Hinumegin Ringvegin Trio spæla í samband við haldið.

 

Tórshavnar KFUK selja vafflir, kaffi og te.

 

Tulkatænasta luttekur við tulki.

 

Økið verður stongt fyri ferðslu! 

 

– Vit gleða okkum at síggja tykkum, skrivar Havnar Arbeiðarafelag.