Tað sigur Guðrið Højgaard, stjóri í Visit Faroe Islands, millum annað í samrøðu í Sosialinum hesaferð.
– Sum tað sær út nú, fer 2025 at gerast eitt gott ferðavinnuár. Hetta er eisini sera umráðandi, tí tað hevur tikið langa tíð hjá vinnuni at fóta sær aftur fíggjarliga eftir korona, inflatión og eisini verkfallið í fjør summar, sum oyðilegði stóran part av hásæsongini í 2024.
Guðrið Højgaard vísir á, at seinastu árini hava vit sæð nógvar útbyggingar innan føroysku ferðavinnuna.
– Eitt nú hava vit fingið ein tvífaldaðan gistingarhúskapasitet, eins og nógvir hundraðtals føroyingar aftrat hava valt at leiga út til ferðafólk gjøgnum airbnb. Hetta ger, at gistingarkapasiteturin sum heild er sera nógv vaksin, men vøksturin í ferðafólkatalinum hevur ikki verið tilsvarandi.
Hon sigur, at ferðavinnan faktiskt hevur verið stagnerað seinastu árini eftir koronu.
– Vit eru komin aftur á 2019 støðið, men ikki nógv meira enn tað. Nú fáa vit so at síggja, um 2025 fer at hildnast betri, sigur ferðavinnustjórin millum annað í samrøðuni við Sosialin, sum fæst í leysasølu kring landið og sum haldarar kunnu lesa á sos.fo