Sambært amerikansku bløðunum The New York Times og Financial Times er ætlanin eftir fundin millum Trump og Putin, at Ukraina fer at lata Russlandi øki í eystara parti av landinum afturfyri, at kríggið endar.
Á fundinum kravdi russiski forsetin, at Ukraina tók seg úr Donetsk sum treyt fyri, at kríggið endaði, siga fýra dulnevndar keldur við innliti í fundin við Financial Times.
Afturfyri gongur Putin við til at frysta hermótið í Kherson og Zaporizjzja.