Á Mentanarnáttini lata stovnar og virkir dyrnar upp fyri almenninginum, matstovur og gistingarhús spenna seg út, og handlarnir hava leingi opið.
Næst eftir ólavsøkuna er Mentanarnáttin, sum vanliga er fyrsta fríggjakvøld í juni, størsta tiltak, sum er í høvuðsstaðnum, og tað er heldur ikki av ongum, at Mentanarnáttin javnan verður kallað “lítla ólavsøka”.
Aftur í ár er skráin fjølbroytt og spennandi bæði hjá børnum og vaksnum.
Mentanarnáttin verður sett klokkan 18.00, men fleiri tiltøk eru longu áðrenn tað. Skráin sæst her: