Myndirnar tók Birgir W. Høgnesen

Innrás á Fiskimannafelagnum á mentanarnáttini

Tá hálvur annar tími var eftir av framsýningartíðini í kvøld, høvdu 280 fólk hugt eftir modelbátaframsýningini á Føroya Fiskimannafelag

Myndirnar tók Birgir W. Høgnesen

Hetta er fyrstu ferð, at Føroya Fiskimannafelag luttekur á mentanarnáttini í Havn, og alt bendir á, at tað var ein røtt avgerð at lata dyrnar upp til eina forvitnisliga framsýning við modelbátum og modelskipum.

 

Tá hálvur annar tími var eftir av framsýningartíðini, høvdu ikki færri enn 280 fólk verið á gátt og sæð framsýningina - ja, her hevði snøgt sagt verið ein rættilig innrás av gestum, sum vildu síggja skip og bátar.

 

Framsýningin letur aftur nú klokkan 23. 

 

Skiparar, reiðarar, dekkarar og ungir dreingir hava verið á gátt, og her hava eisini verið fleiri kvinnur saman við børnum og monnum.

 

- Mong hava eisini nýtt høvi at fingið sær ein góðan kaffimunn aftur við góðum práti. Jú, tiltakið hevur eydnast stak væl, siga tey í Føroya Fiskimannafelag í kvøld.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##

 

##med7##

 

##med8##

 

 

 

Myndirnar tók Birgir W. Høgnesen