Sunnudagin hin 3. mai vitjaði Karlakór Vestmannaeyja í Eysturkommunu, sum er vinakommuna við frændirnar fyri vestan hav.
- Teir vóru 19 mans við á føroyaferðini, sum eitt nú snúði seg um at vera gestakór á árligu kórstevnuni, sum í ár varð hildin í Vestmanna í døgunum 1. og 2. mai.
Á heimasíðuni hjá Eysturkommunu verður sagt, at Karlakór Vestmannaeyja læt væl at sanggleði, støði og samanhaldinum í kórumhvørvinum í Føroyum.
Teir kendu seg eisini sera væl móttiknar í Vestmanna.
Á vitjanini í Eysturkommunu sungu teir fyri teimum eldru, sum búgva á Giljagarði í Leirvík og síðani fyri teimum eldru, sum búgva á Gøtubrá í Norðragøtu.
- Hetta vóru lívgandi vitjanir og konsertir, sum bæði búfólkini og starvsfólkini vóru hjartans fegin um. Ein góður drekkamuður varð boðin gestunum á báðum støðum.
Vitjað varð eisin í býráðshúsinum í Eysturkommunu, har greitt varð frá húsinum og hugleitt varð um vinabýarsambandið.
Síðan var stovukonsert hjá Tórheðini og Honnu Jensen. Áðrenn vitjanin endaði um kvøldið, var døgurði fyri kórinum, og mánadagin hin 4. mai bar leiðin heimaftur til Vestmannaoyggjar.
Á skránni til konsertirnar vóru íslendskir fosturlandssangir, kærleikssangir, sjómansvísur og veitslusangir, bæði lættari og meiri álvarsamir, og tað var serstakt at kunna njóta íslendska tungumálið framborið av vøkrum mansrøddum á føgrum løgum, eitt nú:
Sjómanssöngur
Kommdu till Vestmannaeyja
Ég vil elska mitt land
Sveitapiltssins draumur
Líttu sérhvert sólarlag
…og mangir aðrir.
##med2##
Eitt tað mest gevandi í einum vinalagi millum bygdir og býir og teirra kommunur er júst hetta fólksliga sambandið, sum kennist so sterkt, tá mentanarvitjanir eru.
Í Eysturkommunu vísa tey á, at einki kann sum listin binda okkum saman, og í hesum førinum tónlistin og sangskatturin, har vit hava tungumál, sum liggja so tætt, eina mentan og eitt samfelag, sum byggir á tað, sum havið gevur og eina stórbæra náttúru beint fyri eygunum og sum vit elska at syngja um.
- Vit takka fyri vitjanina og serstakliga fyri, at tit raðfestu at fara at syngja fyri okkara eldra fólki, sum býr á eldrasambýlunum í Leirvík og Gøtu. Tað var vakurt! verður lagt aftrat.
##med3##