Í kvøld klokkan 19 spælir føroyska kvinnulandsliðið í flogbólti triðja dystin í hesari Silver League kappingini.
Hesaferð verður talan um heimadyst í ítróttarhøllini á Sandi. Mótstøðuliðið í kvøld verður Norðurmakedonia.
Farna vikuskiftið taptu Føroyar 1-3 fyri Lettlandi og 0-3 fyri Ísrael. Sama vikuskiftið tapti Norðurmakedonia 0-3 fyri Sveis, og vann 3-0 á Luksemborg.
Norðurmakedonia hevur eina stóra favorittstøðu í kvøld hjá altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin.
Miðaloddsini upp á føroyskan sigur eru 8,96.
Miðaloddsini upp á norðurmakedonskan sigur eru so lág sum 1,03.
HER eru oddsini:
##med2##