B68 styrkti um sína støðu

1. DEILD: Við trivaligum sigri í Klaksvík styrkti B68 um støðuna sum evni at flyta upp

Tað vignaðist væl hjá toftamonnum, tá ið B68 seinnapartin av í Klaksvík. B68 vann 3-1 eftir hálvleiksstøðuna 3-0.

B68 er á fimta plássi og hevur nú 21 stig, sum er tvey færri enn KÍ, ið er á fjórða plássi.

Ásetingarnar siga, at í hvussu so er eitt lið fer at flyta beinleiðis upp í bestu deildini. Í løtuni er B68 fremst av liðunum, sum kappast um at vinna hetta plássið.

Hjá KÍ vendi ikki nógv rætta vegin í dag. Longu í triðja minutti vóru heimamenninir eftir horna til gestirnar óhepnir at gera sjálvmál, og smáar tíggju minuttir seinni økti B68 um munin til 2-0. Málskjútti var Áki Johannesen.

B68 var greitt omaná og tiltuskaði sær eina røð av hornaspørkum. Toftamenn høvdu eisini væl fleiri royndir ímóti málinum enn KÍ, og tveir minuttir undan steðginum økti B68 um munin til 3-0. Óli H. Olsen átti uppleggið, og Esmar P. Clementsen var málskjútti.

Í seinna hálvleiki hevði B68 fleiri møguleikar at økja uppaftur meiri um leiðsluna, men tað eydnaðist ikki. Í staðin var tað KÍ, sum svaraði aftur og minkaði um munin til 3-1, tá ið tað restaði eitt korter. Málskjútti var Eivin Sørensen.

Á liðnum hjá KÍ vóru fleiri spælarar, sum fyrr í ár hava verið at síggja á besta liðnum. Millum teir fyrstu ellivu vóru Dávid Langgaard, Børge Petersen og Steinbjørn Olsen, og beinanvegin í seinna hálvleiki varð Ólavur Niclasen settur á vøllin.

Leygardagin fær B68 vitjan av AB, meðan KÍ fær vitjan av B71.