Dagarnar millum 2. og 4. september verður annað umfarið í donsku steypakappingini leikt.
Sigast má, at føroyingaliðini fingu góð lutakøst móti liðum úr lægri deildum.
Landsliðsmálverjin, Mattias H. Lamhauge og liðfelagarnir á superliga-liðnum, Fredericia møta Tune IF á útivølli. Talan er um eitt lið í Sjællandsseriuni. Tað er also sættabesta deildin í Danmark.
Martin Agnarsson og liðfelagarnir í Aarhus Fremad, ið spælir í næstbestu deildini møta Young Boys á útivølli. Talan er um eitt lið, ið spælir í Danmarksseriuni, ið er fimtbesta deildin.
Meinhard E. Olsen og liðfelgarnir í Kolding, ið eisini spælir í næstbestu deildini fekk ikki eitt líka gott lutakast, men avgjørt ein dyst teir kunnu vinna. Kolding spælir á útivølli móti Skive, ið spælir í triðbestu deildini.
Hørður H. Askham og liðfelagarnir í Roskilde, ið spælir í triðbestu deildini skal eisini spæla ein dyst á útivølli. Dysturin verður móti Gørslev IF, ið spælir í fimtbestu deildini.
Ein tann mest hugtakandi og sjarmerandi uppgerðin í hesum umfarinum er, at Marstal IF úr oynni Ærø møtir gamla stórliðnum, AaB á heimavølli. Marstal spælir í sættubestu deildini, meðan AaB spælir í næstbestu deildini. Nógvir føroyskir navigatørar hava gingið á skúla í Marstal. Talan er um eitt sjáldsama gott ferðamál.
Í donsku steypakappingini hevur liðið úr lægri deildini altíð heimavøll tey fyrstu umførini av kappingini. Sama er galdandi í Noregi og Svøríki. Prinsippið er, at minna liðið skal fáa ein stóran dyst á heimavølli, og ein frægari ítróttarligan møguleika at fáa eitt heiðurligt úrslit. Í Føroyum eru eingi slík fyrilit í kappingini um løgmanssteypið.