Áðrenn tað gjørdist greitt, at seinna hálvfinalan millum B68 og EB/Streym, ið eftir ætlan skuldi vera leikt á Svangaskarði á Toftum í annaðkvøld klokkan 18 var avlýst høvdu sjey altjóða veddingarfyritøkur veddimál upp á dystin.
B68 vann 3-0 í fyrru hálvfinaluni í Hólmanum á Eiði, ið var spæld fyri langari tíð síðani.
Oddsini veddingarfyritøkurnar høvdu upp á heimasigur til B68 aftaná vanliga leiktíð á Svangaskarði lógu millum 1,86 og 2,00.
Oddsini veddingarfyritøkurnar høvdu upp á javnleik aftaná vanliga leiktíð lógu millum 3,45 og 4,20.
Oddsini veddingarfyritøkurnar høvdu upp á útisigur til EB/Streym aftaná vanliga leiktíð lógu millum 3,00 og 3,32.
Seinna hálvfinalan millum B68 og EB/Streym er nú dagfest at vera spæld mikudagin 25. oktober. So fáa vit at síggja hvussu oddsins vera tá.
HER eru oddsini sum blivu strikaði tá dysturin millum B68 og EB/Streym var avlýstur:
##med2##