B71 bjargaði sær stig í síðstu løtu

1.DEILD: Væl mannað B36 var frammanfyri við tveimum málum, inntil tað restaðu 12 minuttir

Mynd: B71

Næstbesta liðið hjá B36 er á veg norður um Skopunarfjørð við einum stigi. 2-2 á Sandi eigur sambært støðutalvuni at vera gott úrslit hjá B36, men tað er einki at siga til tað, um teir í árstalsfelagnum í Gundadali iðra seg um, at tað ikki eydnaðist at vinna øll stigini.

 

Á liðnum hjá B36 vóru saman við fleiri ungum monnum millum aðrar Andrias H. Eriksen, Alex Mellemgaard, Høgni Eysturoy og nýggi álopsspælarin Rasmus Reihdar Nissen, sum enn ikki hevur vunnið fast pláss á  besta liðnum.

 

Rasmus Reihdar Nissen legði B36 á odda1-0 í 7. minutti, og tíggju minuttir eftir steðgin økti hann um leiðsluna til 2-0.

 

Hjá B71 var tað stórt vónbrot í ólavsøkuumfarinum at tapa 3-0 á útivølli ímóti Undrið FF. Tá var stóri trupulleikin, at tað ikki eydnaðist at umseta málmøguleikar til mál. Í dag megnaði B71 at reisa seg og síðsta korterið at skjóta tvey mál og javna. Fyrra málið skoraði Áki Hentze, sum fyri fyrstu ferð í ár var málskjútti á besta B71 liðnum, og í tíðini, sum dómarin legði aftrat, var tað 18 ára gamli verjuspælarun Jákup Høgnason, sum javnaði til 2-2. Hetta var fyrsta ferðin yvirhøvur, at hann var millum málskjúttarnar á besta liðnum hjá B36.

 

B71 er á fimta plássi við 25 stigum, og B36 er á áttanda plássi við 12 stigum.

 

Um eina viku fara bæði B36 og B71 at spæla í Gundadali. B36 fær vitjan av NSÍ, og B71 verður gestur hjá HB.

 

Mynd: B71