Greiðar ábendingar hava verið alt árið. Men tá tað loksins hendi, kom B71 mest sum í Formula-deildina gjøgnum bakdyrnar. Avgerðin hjá FSF um at tveita VB/Sumba og Royn úr kappingini í 1. deild, bar nevnliga við sær, at seinasta matematiska óvissan nú er burtur. Bara tvey umfør eru nú eftir í fyrstu deild, og munurin til bronsuna er nú somikið stórur, at sandoyingar longu eru vísir í uppflytingini.