FÓTBÓLTUR
Liðið, sum í fjør tók nógv topplið á bóli, hevur ikki rættiliga funnið stevið í ársins útgávu av Formuladeildini. Sunnudagin skuldi B71 á vitjan hjá B36 í Gundadali, har B36 í ár er ósigrað. B36 hevur tó ikki verið serliga sannførandi í ár, og hevur havt trupult við at skapa dystir.
Høvdu yvirtakið
B36 kom tó út til dystin sum favorittur, og tað vóru eisini teir, ið høvdu meginpartin av spælinum. Karoly Potemkin varð settur á B36-beinkin frá byrjan, og eingin føddur áleypari var á vøllinum. Álopssinnaði miðvallarin, Tamás Nagy, leikti í álopinum hendan dystin, og hann hevði lyndi til at luttaka nógv í spælinum á miðvøllinum. B36 hevur yvirvágina, men serliga vandamikið gjørdist tað ongantíð.
B71 hevði tó eisini nøkur væl spæld álop, og serliga var Gudmund S. Nielsen á vinstra vongi ein garpur.
Í 17. minutti fekk B36 eitt málgevandi álop. Alex dos Santos sendi eitt av mongum innleggum úr vinstru, og hesuferð var Hanus Thorleifsson hægstur, og skallaði bóltin í netið til 1-0 til heimaliðið. B71 aftraði seg als ikki við royna ímóti málinum, og løtu eftir málið fekk Høgni Midjord bóltin í netið. Málið varð tó kolldømt vegna rangstøðu.
Minuttirnir til hálvleiks vóru óáhugaverdir fyri uttanveltaða fótbótsfjepparan, og einki av liðunum var tætt við at broyta hálvleiksstøðuna, sum harvið gjørdist 1-0 til B36
Sama søgan
Í seinna hálvleiki helt sama leikgongdin fram. B36 sat framvegis við róðrið, men B71 lá væl framvið og var kanska vandameira liðið. B36-álopini endaðu ofta við forkølaðum langskotum, meðan tað var lítið at ringla um hjá B71, sum var meira avgjørt og fór málrættað eftir málinum. Leikferðin var sera lág, og nógv fríspørk vórðu dømd.
Sum dysturin gekk, byrjaði B71-verjan at síggja heldur tunn út, og B36 fekk lættari við at koma ígjøgnum. Tættari enn tætt við komu teir tó ikki.
At renna heimaftur í verjuna var kanska ein trupulleiki hjá B36, tí B71 slapp ofta í opin mótálop. Hesi endaðu tó oftast uttan at vera vandamikil, men tað var serliga eftir horna og frísparksinnlegg, at B71 var tætt við. Eitt nú fáir minuttir fyri leiklok vóru bæði Clayton og Flavio tætt við at javna, men tættari enn tað sama kom B71 ongatíð, og harvið tryggjaði B36 sær øll trý stigini.
B71 er framvegis niðast í Formuladeildini, meðan B36 hongur í oddastríðnum.