Fótbóltur
- Hetta var nokk at raka botnin. Nú kann tað bara ganga betur.
B71-málverjin, Símun Rógvi Hansen, hevði ikki tey vøkru orðini frammi, tá hann tosaði um dystin á Sandi í gjár.
Fimm ferðir noyddist hann í málið eftir bóltinum, og sjálvur krógvaði hann ikki, at talan var um ein kollektivar off-day hjá liðnum.
- Tað var galið kring allan vøllin. Víkingur vinnur allar nærdystirnar, og tí koma vit ongantíð av álvara inn í dystinum, segði málverjin, tá hann var á tráðnum hjá 3. hálvleiki á Rás2 í gjárkvøldið.
Víkingaveitsla
Hinvegin var talan um sanna málveitslu hjá vitjandi víkingunum.
Fyrra hálvleik var kanska ikki tað heilt stóra, sum skilti báðar partarnar, og tað var hampuliga langt ímillum uppløgdu málmøguleikarnar.
Tað eydnaðist tó Sølva Vatnhamar at seta hol á við framúr góðum langskoti, og tá Andreas Lava Olsen nakað seinni økti til 2-0, mundu tey fæstu rokna við, at B71 skuldi koma aftur í dystin.
Heimaliðið spenti tó bogan hart eftir steðgin. Og fyrsta góða korterið ella so høvdu teir nógv spæl á hálvuni hjá gestunum. Men sum tað so ofta er sætt, so kostaði hetta í verjupartinum. Og tá Sølvi Vatnhamar skoraði sítt næsta mál, fór luftin púrasta úr vertunum. Magnus Skoralíð økti til 4-0. Wellington fekk reytt kort í tí, sum líktist berari frustratión, og so kundi innskifti Martin Olsen staðfesta eyðmýkingina við fimta málinum í dystinum.
Í botni
Leikliga er einki at ivast í, at hetta var tað lægsta, sum B71 hevur rakt í ár. Verri er tó, at hóast spælið fleiri ferðir hevur verið á heilt góðari leið, so hevur úrtøkan als ikki staðið mát, og nú fer lykkjan av álvara at strammast um hálsin.
Munurin upp til niðurflytingarstrikuna øktist aftur hesaferð, og við einum triðingi av kappingini aftan fyri bak, verður tað nú tungt hjá liðnum at lyfta seg aftur. Ikki minst, tá hugt verður eftir skránni, har oddaliðini bæði, HB og EB/Streymur, eru næstu mótstøðuliðini hjá B71.
Hjá víkingunum er lagið hinvegin nakað væl betri. Ikki minst mundi tað kennast væl hjá forsprákarunum fyri samanleggingini, at fýra av teimum fimm málskjúttunum hesa ferð vóru leirvíkingar. Enn er liðið »bara« miðskeiðis á talvuni, men næsta umfar skulu teir spæla móti B36, og í so máta kann talan væl gerast um lyklauppgerð.