Formaðurin í Sandoyar Ítróttarfelag roknar við, at B71 fer at taka undir við uppskotinum um at hækka mest loyvda tal av útlendingum á liðnum.
? B71 er eitt av feløgunum, sum hevur mist spælarar til tey størru feløgini, og tað er næstan ómøguligt hjá okkum at fáa spælarar at koma til B71, tí føroyingar halda tað vera longri úr Havn og út á bygd enn hinvegin, sigur Jóannes Johannesen.
B71 hevur verið kent sum liðið, ið hevur styrkt seg við spælarum úr Póllandi. Málmaðurin Waldemar Nowicki hevur verið so leingi í Føroyum nú, at hann í fótbóltshøpi er at rokna sum føroyingur, og hann verður við aftur í ár.
Í fjør hevði B71 venjara úr Bulgaria, Ivan Hristov, og hann verður verandi. Harumframt verður arbeitt við at fáa tveir útlendingar afturat.
? Vit hava roynt at fingið onkrar føroyskar spælarar hendavegin, og tað er ikki rættiliga avgreitt enn. Men um so verður, at vit ongan fáa, kemur hetta uppskotið væl við hjá okkum, sigur Jóannes Johannesen.
? Hópurin er so lítil, at vit noyðast at fáa styrk aðrastaðni frá. Um nú onkur verður skaddur ella leikbannaður, er beinanvegin vandi á ferð. Og um vit skulu standa okkum í 1. deild, verður hetta enn meira neyðugt, sigur formaðurin, sum altso roknar við, at B71 fer at taka undir við uppskotinum hjá B68 á aðalfundinum 30. januar.