B71 vil hava at tað verður gjørt skjótari av

Sandoyingar vilja sleppa undan møguleikanum at spæla fótbólt fleiri vikur eftir, at landskappingarnar eru av, og teir vilja broyta reglurnar viðvíkjandi dystum, sum verða steðgaðir, áðrenn tíðin er úti

FÓTBÓLTUR

Bæði síðsta og næstsíðsta kappingarár var B71 annar parturin av endaspælinum um pláss í bestu deildini. Í fjør vóru teir næstaftast í 1. deild og stríddust ímóti Skála, sum var næstbest í 2. deild. Skálamenn vunnu og fluttu upp, og B71 flutti niður. Í ár var B71 næstbest í 2. deild. Í endaspælinum um pláss í 1. deild spældu teir ímóti EB/Streymi, sum var næstniðast í 1. deild. B71 tapti endaspælið, sum hesa ferð fevndi um tríggjar dystir. Nýggjur dystur varð ásettur at vera á Sandi, eftir at dómarin í fyrra førinum orsaka av myrkri ikki hevði mett tað vera ráðiligt at fara undir longda leiktíð.
Nú vilja sandoyingar hava reglurnar broyttar.
Á fundinum, sum FSF leygardagin 23. november hevði saman við umboðum fyri fótbóltsfeløgini, var uppskot frammi frá B71 um, at broyta ta regluna, sum hevur við upp? og niðurflytingardystirnar at gera. Talan er um grein sjey. Har verður sagt, at liðini leika tveir dystir ímóti hvørjum øðrum, ein heima og ein úti. Í stykki fýra stendur, at kappingarnevndin hjá FSF kann geva loyvi til, at leikast kann ein upp? og niðurflytingardystur á uttanveltanum vølli, um avvarðandi feløg semjast um tað.
Málið hjá B71 er, at endaspælið verður avgreitt sum skjótast. Tí er uppskotið hjá teimum, at grein sjey verður broytt soleiðis, at annaðhvørt skulu upp? og niðurflytingardystirnir, tveir í tali, verða avgreiddir í vikuni eftir kappingarlok, ella bert ein upp? og niðurflytingardystur verður leiktur á uttanveltaðum vølli.
Í viðmerkingunum til uppskotið, sum B71 hevði frammi á árliga fótbóltsfundinum, verður sagt, at tað hevði verið best, um bert tann eini dysturin varð leiktur á uttanveltaðum vølli. Orsøkin til uppskotið er heilt einfalt tann, at fótbóltsleikararnir ikki hava neyðugu orkuna eftir í sær, tá ið komið er so mikið langt út á heystið. Serliga trupult er tað fyri 2. deildarlið, ið noyðast at bíða í tvær vikur eftir fyrra uppflytingardystinum, tí kappingin í 2. deild endar eina viku frammanundan, at kappingin í 1. deild er liðug.
Nakað av orðaskifti var um uppskotið hjá B71. Teir flestu søgdu seg skilja grundgevingina, og fleiri søgdu seg vera fyri, at bara ein dystur varð spældur. Onkur helt fyri, at tað hevði verið rættast, at dysturin varð spældur á ovara vølli í Gundadali. Aðrir mettu, at hetta oftast hevði verið hóskiligt, men tað valdast eisini um, hvørji liðini eru, sum eru partur í endaspælinum. Tað hevði eitt nú verið púra burturvið í feglunum at ásett, at dysturin var í Gundadali, um talan var um uppgerð ímillum tvey Suðuroyar lið.
Eingin niðurstøða varð gjørd á fundinum um spurningin. Talan var heldur ikki um fund, har avgerðir um broytingar í kappingarreglum verða konfirmeraðar. Tað verður gjørt á aðalfundinum hjá FSF. Móttøkan av uppskotinum hjá B71 kundi bent á, at uppskot um broyting um endaspælið fer at verða lagt fyri aðalfundin, og at tað eru góðar vánir fyri, at tað verður samtykt.

Niðurløgdu dystirnir
Sandoyingar høvdu eisini uppskot um aðra broyting í kappingarreglunum, og eisini í tí førinum var talan um broytingaruppskot, sum teir settu fram orsaka av royndunum, sum teir høvdu havt í farna kappingarárinum.
B71 vil hava, at tað í framtíðini skal vera soleiðis, tá ið dystur ikki verður liðugt leiktur, at talan ikki skal verða um nýggjan dyst, men heldur at tað, sum er eftir av dystinum, tá ið hann verður avblástur, verður spælt og at støðan, sum var, tá ið dysturin verður avblástur, verður tann sama, tá ið dysturin verður tikin uppaftur. Tað vil við øðrum orðum siga, at um eitt nú VB og KÍ spæla í Vági, og dómarin ger av at steðga dystinum, tá ið tíggju minuttir eru eftir, so skulu bara tíggju teir seinastu minuttirnir spælast á nýggjum leikdegi. Um t. d. VB er á odda 1?0, tá ið dysturin verður blástur av, so verður støðan 1?0, tá ið liðini á nýggjum leikdegi fara undir teir síðstu tíggju minuttirnar.
Í farna kappingarárinum kom tað tvær ferðir fyri, at dómarin kendi seg noyddan at steðga dystinum. Fyrra ferðin var, tá ið B68 og B36 spældu landskappingardyst á Toftum, og dómarin metti veðurlíkindini vera ov vánalig. Seinna ferðin var, tá ið B71 og EB/Streymur spældu seinna dystin um eitt pláss í 1. deild. Tann dysturin var á Sandi. Neyðugt var við longdari leiktíð, men dómarin metti, at tað var ov myrkt av spæla fótbólt.
B71 vísti á, at tað, sum teir skjóta upp, er galdandi í fleiri UEFA limalondum. Á fundinum varð upplýst, at altjóða reglurnar líkjast nógv teimum í Føroyum. Men ðí FIFA høpi er tað bara dómarin, sum ger av, um ein dystur skal steðgast ella ikki. Í Føroyum er tað soleiðis, at dómarin tekur avgerðina, eftir at hann hevur tosað við liðformenninar báðar.
Sandoyingar vístu á, at hóast FIFA hevur sínar reglur, so kunnu limalondini hava sínar egnu reglur. Víst varð eitt nú á, at í Spania eru reglurnar soleiðis, sum B71 vil hava, at tær skulu vera í Føroyum.
Eingin niðurstøða varð gjørd, men orðaskiftið boðaði ikki frá, at hetta uppskotið hjá B71 hevði fingið somu undirtøku á aðalfundinum, sum uppskotið um dystartalið í endaspælinum tóktist hava møguleika fyri at fáa.