Bach boðar kristnitrúnna í Japan

tónleiki, sigur amerikanska tíðarritið Christian History.

Japanar í túsundatali hava tikið við kristnitrúnni við at lurta eftir Bach-

Urguleikarin Masaaki Susuki, ein av høvuðsmonnunum innan Bach-meldurin byrjaði at spæla Bach tónleik, fyri 16 árum síðan, og sum í dag floymir inn yvir Japan.

- Eg spjaði boðskapin hjá Bach, og hann hevur allar sínar røtur í Bíbliuni, sigur Susuki, ið er grundleggjarin av Bach Collegium Japan (www.bach.co.jp), ið javnan hevur Bach konsertir.

Hvørjar páskir, tá ið Matthæus-passiónin verður spæld, er altíð hvørt einasta atgongumerkið selt, hóast hvørt teirra kostar 3.000 krónur, skrivar danska blaðið “Indre Missions Tidende”


Tabu-evni

Aftaná hvørja konsert flokkast fólk í hópatali frammanfyri tónleikapallin og Susuki, fyri at hoyra hann siga frá tí kristnu vónini og um deyðan – evni, ið eingin vanliga tekur uppá tungu í Japan.

Robert Bergt, prestur, ið eisini stjórnar kóri, sigur frá hesum somu upplivingum í høvuðsstaðnum Tokyo, aftaná Bach-kantatir eru framførdar. Kantaturnar hjá Bach fáa fólk at lesa Guds orð.

- Mong av hesum fólkum søgdu seg sjálvi vera skáps-kristin, fortelur Bergt, ið hevur stjórnað fleiri orkestrum í Japan. - Eg havi í minsta lagi 15 ferðir upplivað hetta. Ein av hesum doypti eg sjálvur, sigur presturin.

Eitt prosent av íbúgvunum í Japan, ið telja 128 milliónir, eru alment kristin, men Robert Bergt, prestur heldur, at rætta talið man vera tað trýdupulta, um tey loyndarfullu kristnu verða íroknað.