Í dag fegnast Maskinmeistarafelagið um, at nýggja bachelor útbúgving í maskinfrøði nú er veruleiki. Talan er um bachelorútbúgving, ið kann byggjast oman á verandi maskinmeistaraútbúgving.
- Vinnuháskúlin og Fróðskaparsetrið hava í felag lagt útbúgvingina til rættis, og nú landsstýriskvnnnan í mentamálum, Hanna Jensen, hevur góðkent útbúgvingarprofilin, kann BSC útbúgvingin í maskinfrøði bjóðast út á Fróðskaparsetrinum.
Maskinmeistarafelagið fegnast í dag um henda møguleika og vísir á, at nýggja útbúgvingin er skipað í samsvari við sonevnda Bologna-leistin.
Í fyrireikingararbeiðnum hava Fróðskaparsetrið og Vinnuháskúlin millum annað samskift við Danmarks Tekniske Universitet um innihaldið og um framhaldsmøguleikar eftir lokið prógv í maskinfrøði.