Svenski Hans Backe, sum í fleiri ár var venjari hjá Toda Jónsson í FC Keypmannahavn, er nýggjur hjálparvenjari í Manchester City. 55 ára gamli Backe hevði annars tikið seg meira ella minni aftur frá venjarayrkinum, men tá ið boð vóru eftir honum úr Onglandi, kundi hann ikki siga nei. Backe verður sostatt hjálparvenjari hjá landsmanninum Sven-Gøran Eriksson. Backe vónar, at hann kann geva City-liðnum struktur og organisatión.
LesarabrøvLesarabrøv