Føroyar hava í kvøld spælt finalu í liðkappingini í badminton.
Finalan var ímóti vertslandinum Jersey, og talan var um eitt brak av eini finalu, sum endaði í 5 settum.
Heri Simonsen var á staðnum til finaluna, og hevur fingið góðar samrøður, sum koma út á in.fo seinni.
Settini endaðu annars soleiðis:
Í single hjá monnum: Mark Constable - Benjamin Gunnarstein 2-0 (21-13, 21-2)
Í single hjá kvinnum: Emily Temple-Redshaw - Rannvá Djurhuus Carlsson 0-2 (7-21, 7-21)
Í double hjá monnum: Mark Constable & Alexander Hutchings - Niclas H. Eysturoy & Aksel E. Poulsen 0-2 (18-21, 18-21)
Í double hjá kvinnum: Kerry Coombs-Goodfellow & Mariana Agathangelou - Rannvá Djurhuus Carlsson & Brynhild Djurhuus Carlsson 2-0 (21-12, 21-16)
Í blandaðum double: Mariana Agathangelou & Alexander Hutchings - Brynhild Djurhuus Carlsson & Benjamin Gunnarstein 2-0 (22-20, 21-16)