Kappingin verður hildin í Farum, og hon byrjaði í gjár. Seinastu dystirnir verða spældir sunnudagin.
Við í kappingini eru leikarar úr Danmark, Noregi, Svøríki, Týsklandi og Føroyum.
Hetta er triðja árið á rað, at Føroyar eru við. Samstundis er hetta ein liður í leikaramenningini, har BSF hevur vælt at geva fremstu leikarunum úr teimum ymisku aldursbólkunum møguleikan at verða við í Danish Junior Open.
Dúgliga hevur verið vant fram ímóti kappingini, ið hilnaðist heilt væl í fjør. Sostatt eru leikararnir sera spentir uppá, hvussu úrslitið fer at síggja út hesaferð. Eftir ætlan kemur ferðalagið aftur til Føroyar sunnukvøldið.
Tey, ið eru á U-landsliðnum eru:
U13
Mona Rasmusdóttir, ÍF - Jensa Tórolvdóttir, ÍF - Sissal Thomsen, HBF - Alma Pedersen, Lyngby - Ari Nandy, MBF - Ari M. Jacobsen, KBF - Samuel Eydsteinsson, MBF
U15
Gunnva Jacobsen, HBF - Marjun á Lakjuni, KBF - Dann Fróðason, MBF - Barður á Reynatrøð, ÍF
U17
Sólfríð Hjørleiofsdóttir, VÍF - Kristina Eriksen, HBF - Rani í Bø, KBF - Rógvi Ziskasson, HBF - Magnus Dal-Christiansen, Middelfart Badminton Klub