Bæði B36 og KÍ hava brúk fyri stigunum

B36 jaktar bronsuna, og KÍ vil sleppa úr botninum

Effodeildin: Klokkan 18 byrjar effodeildsdysturin millum B36 og KÍ á ovara vølli í Gundadali. 

 

Í seinnapartssendingini tosaði Rás2 við KÍ-venjaran, Eyðun Klakstein, og við B36-veteranin, Jákup á Borg.

 

Eyðun Klakstein staðfestir, at lagið er gott í hópinum, og teir fara eftir stigunum, sum kann lyfta teir úr botninum. Jákup á Borg vil eisini hava øll stigini, so B36 kann halda lív í vónunum at vinna bronsukrónurnar, og harvið sleppa út í Evropa.

 

Undir myndini ber til at hoyra tað, sum Eyðun Klakstein og Jákup á Borg søgdu á Rás2 í seinnapartssendingini.