Sámal Erik Hentze hevur í kvøldð boðað frá, at hann gevst sum venjari hjá Argja Bóltfelag.
- Eg havi sum venjari fingið øgiliga nógv gott burturúr tíðini, eg havi verið hjá AB. Vit hava verið ígjøgnum allan “rutchebanan”. Tað hevur gingið væl og tað hevur gingið illa. Samanumtikið hevur tað verið eitt øgiliga gott starv at venja AB, og spælararnir hava verið fyrimyndarligir, sigur Sámal Erik við heimasíðuna hjá AB.
Hetta kemur ikki av, at Sámal Erik er fótbóltstroyttur. Heldur er hann klárur til eina nýggja avbjóðing.
- Eg eri opin fyri øllum, og fleiri fyrispurningar hava verið. Eg eri ikki fótbóltstroyttur. Vil heldur siga, at eg eri meira klárur enn nakrantíð at taka við einari avbjóðing, sigur Sámal Erik Hentze við heimsíðuna hjá felagnum.
Tað er í sátt og semju, at Sámal Erik og AB nú skiljast.
- Eg vil takka øllum í AB fyri tíðina, eg havi verið her. At eg gevist nú, er í sátt og semju við øll, og er tað eitt gott fornemmilsi at hava, nú eg gevist. Fyrr ella seinni endi eg nokk aftur hjá AB, tí AB er eitt sera gott felag. Eg vil ynskja tí, ið verður venjari komandi ár, alt tað besta og vil bara minna hann á at vera góður við spælararnar, sigur Sámal Erik at enda, ikki sørt rørdur sambært heimsíðuni hjá AB.
Sámal erik Hentze hevur fyrr verið venjari hjá HB og næst besta liðnum hjá B36.