Bagge er settur í samband við NSÍ

Betri deildin menn: Bolt.fo sigur seg vita, at Sámal Erik Hentze verður nýggjur venjari hjá NSÍ

Bolt.fo sigur seg vita, at Sámal Erik Hentze verður nýggjur venjari hjá NSÍ. Hann byrjaði árið sum venjari hjá AB, men valdi brádliga at takka fyri seg. NSÍ setti Toda Jónsson sum venjara til kappingarbyrjan, men hann bleiv uppsagdur í landsliðssteðginum.

 

Nú verður Sámal Erik Hentze settur í samband við NSÍ. Runavíkingar hava verið nakað óstøðugur í ár, og gongdin hevur verið verri enn seinnu árini. Tað hevur eisini verið nakað rokaligt um venjarasessin, tí Todi Jónsson ikki hevði neyðugu prógvini at standa á odda fyri liðnum. Stutt fyri uppsøgnina fekk NSÍ boð um, at Todi Jónsson ikki mátti standa í tekniska feltinum meðan dystur var, tí hann var skrásettur sum málmansvenjari.

 

Sámal Erik Hentze var eisini venjari hjá NSÍ í 2018. Tá endaði liðið á øðrum plássi. Bolt.fo skrivar, at Sámal Erik Hentze væntandi tekur við eftir summarsteðgin.