Bagge: Vit høvdu avgjørt møguleikan at fáa javnleik (FM1)

(FM1) Leikliga og avriksliga er U21-landsliðsvenjarin nøgdur við avrikið móti Norðurmakedonia, men tað hevði ikki verið verri við einum stigi

##med2##

Í tí stóra og heila er U21-landsliðsvenjarin, Sámal Erik Hentze nøgdur við avrikið føroyska U21-landsliðið legði fyri dagin móti Norðurmakedonia í U21 EM-undankappingardystinum á Tórsvølli fyrr í dag, har Føroyar taptu tepurt 1-2.

Føroyar - Norðurmakedonia 1-2 (0-1)

0-1: Milan Ristovski 16.

0-2: Kristjan Ackovski 80.

1-2: Petur Knudsen 85.

At Føroyar átti at vunnið heldur Bagge kanska ikki, men hann heldur, at hansara menn avrikaðu nógv til, at tað kundi givið føroyska liðnum ein góðan javnleik í dag.

Við 3-1 sigrinum á Ísrael í farnu viku, og góða leikliga avrikinum í dag kann Bagge hyggja aftur á eina sera gevandi viku. Men tað hevur eisini givið avbjóðingar at hava verið avbyrgdir á einum øki fyri seg á Hotel Føroyum, men tað hevur gingið væl eftir umstøðunum.

- Hetta liðið hevur eina bjarta framtíð, heldur Bagge.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna Árni Gregersen gjørdi við Sámal Erik "Bagga" Hentze í tíðindasendingini klokkan 17. 

HER  ber til at hoyra frásøgumannin hjá FM1, Trónd Arge siga frá málunum og dystarendanum. Vit hoyra eisini Trónd taka stutt samanum dystin. 

 

(Samrøða: Sámal Erik "Bagge" Hentze)