Bagger fekk sjey ár

Stein Bagger skal sita sjey ár í fongsli fyri umfatandi fíggjarligan kriminalitet Rætturin í Lyngby dømdi fyri løtu síðani fyrrverandi stjóran í IT Factory, Stein Bagger, sjey ára fongsul fyri svik fyri meiri enn 830 milliónir krónur.

Ákæruvaldið hevði kravt minst átta ár, meðan verjin kravdi í mesta lagi seks ár.

Í úrskurðinum legði dómarin dent á, at Stein Bagger hevði viðgingið seg sekan í øllum ákærunum, og at hann hevði hjálpt løgrergluni við kanningunum í málinum.

Umframt fongsulsrevsingina gjørdi rætturin av at leggja hald á pengar, listarverk og annað hjá Stein Bagger, konu hansara og teirri fyrru konuni.

At enda kann verða nevnt, at Søren Seerup, sum dømdi Bagger í dag, er hálvur føroyingur. Hann er sonur Fridu hjá Jógvan og Valborg Joensen í Heiðriksstovu í Nòlsoy.