Bagger kann fáa avsláttur

Ákærin heldur, at Stein Bagger kann fáa linari revsing enn ta kravdu sum samsýning fyri at hava samstarvað við nyndugleikarnar Ákæruvaldið kravdi upprunaliga, at Stein Bagger skuldi fáa 12 ára fongsul fyri umfatandi svik, men Per Justesen, ákæri, sigur nú, at Stein Bagger kann fáa heldur linari revsing, tí hann hevur samstarvað við løgregluna.

Per Justesen segði í rættinum í morgun, at ákæruvaldið heldur framvegis fast um, at revsingin eigur at vera millum átta og tólv ár.

Ákærin vildi ikki vísa aftur frágreiðingini hjá Stein Bagger um, hvussu lætt tað var at læna pengar í bankunum. Men vælvildin hjá bankunum var eisini eitt tekin um, at teir høvdu álit á IT Factory og stjóranum, segði Per Justesen.