Kolbjørn Giskeødegård, analytikari hjá Nordea, metir at úrslitið hjá Bakkafrosti í øðrum ársfjórðingi verður 172 milliónir krónir. Tað er meira enn dupult so nógv sum sama tíðarskeið ífjør.
- Vit vænta, at Bakkafrost fer at taka 10.000 tons í hvønn ársfjórðing, og tað hevur við sær eina virðisøking á 140 milliónir krónir í alingini, skrivar analytikarin í einari frágreiðing, sum bleiv kunngjørd í morgun.
Bakkafrost hevur fyrr í hesum mánaðanum boðað frá ætlanum um stórum íløgum fyri 170 milliónir krónir árliga. Tað væntar Kolbjørn Giskeødegård fer at geva Bakkafrosti møguleikan at taka eini 50 prosent meira, tey komandi fimm árini.
Hann metir, at Bakkafrost í 2015 fer at taka 54.000 tons.