Vinnumál
Bakkafrost á Glyvrum er í støðugari menning, og einar tíggju miliónir krónur verða hvørt ár brúktar til útbyggingar. Seinni í ár verður farið undir eina ætlan, sum skal leggja alt virksemið á virkinum undir tak.
Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost, sigur, at fyrsta stig í byggiætlanini, sum nú verður farið undir, er at byggja ein 1.300 fermetra stóran bygning norðan fyri verandi virki. Hesin nýggi bygningurin fer at standa oman og niðan og verður fastur í verandi bygningum.
Kryvjivirkið hjá Bakkafrost fer at flyta í hendan nýggja bygningin, og har verður so ein kryvjideild burturav. Sum er liggur kryvjivirkið við síðuna av laksaportións framleiðsluni. Tá kryvjingin verður flutt, verður betri pláss til portiónsframleiðsluna, sum tá verður víðkað, sigur Regin Jacobsen.
Hendan útbyggingin, sum væntandi fer at byrja einaferð seint í heyst, er fyrsta stig av trimum í teirri byggiætlanini, sum Bakkafrost skal ígjøgnum.
Annað byggistig verður ein høll aftrat sunnan fyri verandi virki. Hon skal hýsa allari avskiping. Tá tann bygningurin er liðugur, verður øll avskiping, lossing og lasting yvirhøvur eisini gjørd undir taki.
Triðja byggistig umfatar starvsfólkarúmini á virkinum. Eitt nú nýggja matstovu, umklæðingarrúm og tílík rúm, sum arbeiðsfólkið nýtir, sigur Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost.