HANDVERK
Seinnapartin í morgin fær Bakkafrost á Glyvrum ein nýggjan alibát. Hetta er ein tvíkilja av slagnum Hydro Cat, sum hesir bátar vera róptir. Tað er KJ Hydraulik á Kambsdali, sum eigur alt konseptið og hevur smíðað bátin.
Nýggi alibáturin hjá Bakkafrosti er hin triðji í røðini, sum føroyski veitarin hevur smíðað til felagið síðan 2007.
Væl útgjørdur
Viggo Johannesen, sølustjóri hjá KJ Hydraulik, sigur, at hendan tvíkiljan er 13 metrar long og 6 metrar breið. Hon hevur tríggjar IVECO-motorar, tveir til framdrift og ein til generator og hydraulik.
Á dekkinum hevur báturin ein 23 tons stóran Palfinger sjókrana og spæl.
KJ Hydraulik, sum eigur alt konseptið til Hydro Cat alibátin, hevur í fleiri ár latið skrokkarnar smíðað í Letlandi, og síðan verður øll liðugtgerðin og allar instalatiónir gjørdar í Føroyum.
4-5 miljónir krónur
Viggo Johannesen, sølustjóri, sigur, at alibáturin, sum verður latin Bakkafrosti í Fuglafirði í morgin, kostar millum 4 og 5 miljónir krónur.
Felagið á Kambsdali hevur gjøgnum árini smíðað fleiri bátar til føroysku alivinnuna, og onkur einstakur bátur er eisini seldur uttanlands.
Í løtuni hevur KJ Hydraulik ikki fleiri sáttmálar um bátar til føroysku alivinnuna.