Seinnapartin í morgin fær Bakkafrost á Glyvrum ein nýggjan alibát, sum KJ Hydraulik á Kambsdali hevur smíðað. Nýggi alibáturin er ein tvíkilja av slagnum Hydro Cat, sum hesir bátar vera róptir. Hetta er triði báturin í røðini, sum KJ Hydraulik hevur smíðað til stóra alifelagið á Glyvrum síðan 2007.
Viggo Johannesen, sølustjóri hjá KJ Hydraulik, sigur, at tvíkiljan er 13 metrar long og 6 metrar breið. Hon hevur tríggjar IVECO-motorar, tveir til framdrift og ein til generator og hydraulik.
Á dekkinum hevur báturin ein 23 tons stóran Palfinger sjókrana og spæl.
KJ Hydraulik, sum eigur alt konseptið til Hydro Cat alibátin, hevur í fleiri ár latið skrokkarnar smíðað í Letlandi, og síðan verður øll liðugtgerðin og allar instalatiónir gjørdar í Føroyum.
Viggo Johannesen, sølustjóri, sigur, at alibáturin, sum verður latin Bakkafrosti í morgin, kostar millum 4 og 5 miljónir krónur.
Í løtuni hevur KJ Hydraulik ikki fleiri sáttmálar um bátar til føroysku alivinnuna.