Framsýning av ballet í Føroyum er forkunnugt, men komandi hósdag, tann 18. nov., hava fólk høvi at síggja eina danska útgávu. Talan verður bert um ta einu framsýningina.
Ballettin er býtt í trý brot. Fyrst verður "Oyggin" framførd, síðani "Credits", og at enda "Skizo".
"Oyggin" er ein nútíðar solo hjá Tim Feldman við harðligum rørslum og kenslum, og er bygd á eina persónslýsing hjá Egon Schieles. Fysiska eftirlit dansarans verður boðið av og tugað í hvør sína ætt. Imponerandi og hart kropsligt arbeiði.
Tim Feldman stendur fyri dansi og koreografi í "Credits". Sara Gebran hevur leikstjórnað. Tónleikin eigur Guy Yarden úr U.S.A. Lise Klitten hevur teknað búnarnar, og Thomas Bek gjørt ljósið.
"Skizo" er nýggjasta verkið hjá Feldman. Tað er rátt, ógvusligt og kensluborið róp. Er gjørt soleiðis við einum serligum tilætlaðum barnsligum máti, fet fyri fet. Í "Skizo" tekur Feldman seg í hesi abstraktu dansiframsýning burtur úr tí sagda orðinum/rørslu. "Skizo" nemur við okkara grundhugtøk fyri menniskjaliga at verða skilt og virðismett.
Wilda Dance og Tim Feldman byrjaðu í 1996 við tí fyri eyga at arbeiða við at skapa og sýna fram eksperimenterandi dans og nýggja list á palli. Áskoðararnir skuldi vera allir bólkar í samfelagnum. Wilda Dance hevur fingið nógvar virðislønir og hevur ferðast við dansum sínum á sjónleikarhúsum og á fagnaðum í Europa og í Norður- og Suðuramerika. Tim Feldman hevur síðani 1996 sligið navn sítt fast sum ein tann mest evnaríki og nýskapandi koreografurin í Danmark. Í øllum londum, har ið Wilda Dance hevur vitjað, hava blaðummælini verið framúrskarandi.