Balling basti Atla

Gamli málrevurin gjørdi vart við seg eftir lítlum korteri, tá FC Roskilde bjargaði á sjálvari málstrikuni. Eftir seytjan minuttum valdi Balling ósjálvsøkin at spæla bóltin, heldur enn at royna seg sjálvur, og tað takkaði Jesper Blicher fyri og skoraði. Minuttin eftir vísti Balling, at tað framvegis er dugir í honum, tá hann einsamallur við málverjanum skoraði trygt. Balling, sum er liðformaður hjá Næstved, spældi tann fyrsta góða tíman, áðrenn hann varð skiftur út.

 

Eftir málið skoraði Næstved eitt mál aftrat, og vunnu sostatt 3-0. Harvið sær tað ikki heilt vandaleyst út hjá FC Roskilde og Atla Danielsen, sum bara hevur trý stig niður til Kolding FC, ið liggur beint undir niðurflytingarmarkinum.