So er Mario Balotelli aftur í andglettinum. Í dysti fyri Manchester City stuttleikar hann sær ov nógv og tað endar við at Roberto Mancini velur at skipa hann út. (Hendingin sæst í greinini)
Manchester City er í hesum døgum í USA á venjingarlegu har liðið spælir fleiri dystir. Í dysti móti LA Galaxy kemur Mario Balotelli í góða støðu í brotsteiginum, men velur at traðka á bóltin og síðani skjóta við hælinum móti málinum. Bólturin fer framvið og møguleikin er til fánýtis.
Venjarin hjá Manchester City blívur í øðini og velur umgangandi at skifta landsmannin úr Italia út.
- Slíkt gert tú ikki tá tú umboðar eitt stór felag. Vónandi lærir hann av hesum, segði Roberto Mancini eftir dystin.
Sjónbandabrot av hendingini sæst undir greinini.
20-ára gamli Mario Balotelli hevur fyrr verið í trupulleikum í tíðini hjá Manchester City. Millum annað hevði hann stórar trupulleikar við at ein venjingarvest tað einu ferðina. Eisini hevur hann millum annað kasta dartpílar eftir leikarum og rent á við bilinum hjá sær.