ES-sinnaða valevnið, Rafal Trzaskowski, er á odda á forsetavalinum í Póllandi. Tað vísir ein exit-poll kanning, skrivar AFP.
Sambært veljarakanningini er tó sannlíkt, at einki av valevnunum fær minst helvtina av atkvøðunum í fyrsta umfari.
Hetta merkir, at pólskir veljarar sannlíkt fara á val aftur 1. juni.
Her fara tey bæði valevnini, sum stóðu seg best, í annað umfar.
Rafal Trzaskowski er valevnið hjá núverandi stjórnini.
Í valstríðnum er høvuðsmótstøðumaðurin hjá Trzaskowski søgufrøðingurin Karol Nawrocki, sum er stuðlaður av flokkinum Lóg og Rættvísi (PiS).
/Ritzau/