Balslev verður orku-veitari

Ein tann størsti aktørurin á marknaðinum fyri byggitilfar fer nú eisini á marknaðin fyri alternativa orku. Bygma Balslev og Sp/f Hiti skrivaðu í gjár undir sáttmála, sum formliga knýtir partarnar at hvørjum øðrum.

Sp/f Hiti hevur síðani stovnanina í 2005 lagt dentin á veitingar innan alternativa orku, umframt at fyritøkan eisini hevur virkað á HVS-marknaðinum annars.

Nú er fyritøkan formliga partur av Bygma Balslev, sum hevur keypt 51% av partapeninginum, og talan er um samstarv, sum báðir partar vænta sær nógv av.

- Vit eru fegnir um at vit við hesum hava styrkt um konseptið hjá okkum. Við okkara styrki og førleikum kunnu vit styrkja fyritøkuna fyrisitingarliga og fíggjarliga, soleiðis at virksemið kann mennast enn meira, sigur Bent á Lava, sum er annar av stjórunum í Bygma Balslev.

Tað eru Áki Mortensen og Olaf Vesturgarð, sum hava átt og rikið Sp/f Hita, og teir halda báðir fram í fyritøkuni.

- Vit hava frá fyrsta degi roynt at vunnið okkum støðu sum ein av fremstu føroysku fyritøkunum innan alternativa orku. Og vit kunnu í dag veita hitaloysnir við fleiri alternativum orkukeldum. Seinastu tíðina hevur tað tó eisini verið eitt ynski hjá okkum at styrkja um fyritøkuna, og saman við Bygma Balslev hava vit funnið fram til ein leist, sum vit eru vísir í kemur at menna fyritøkuna. Ikki minst tí hetta eisini gevur enn størri møguleikar hjá báðum fyritøkum at virka sum heildarveitarar til byggivinnuna, sigur Olaf Vesturgarð, stjóri í Hita.