Bamses Venner fara á pall í annaðkvøld Fleming ?Bamse? Jørgensen er komin til Føroya við bólki sínum ?Bamses Venner?.
Í annaðkvøld klokkan 23 fara ?Bamses Venner? á pall í ítróttarhøllini á Hálsi í Havn. Hetta fer at henda í einum stórum dansitiltaki, sum Argja Bóltfelag skipar fyri.
Gamli Argjabólkurin ?X-Rays? fara eisini á pallin tær løturnar ?Bamses Venner? fara at fáa sær ein steðg.
Dyrnar á Hálsi lata upp klokkan 22 í annaðkvøld. Klokkan fýra seinnapartin verður eitt stórt barnatiltak, sum Argja Bóltfelag eisini skipar fyri. Hetta verður eisini uppi í ítróttarhøllini á Hàlsi.