Banka- og sølufólk skulu reinsa øður

Føroyingar geva sær alt ov lítið fær um, hvussu góður fiskur er á døgurðaborðinum, tá hann verður væl hagreiddur. Hetta vilja kreftir her heima hava okkum at gera nakað við - m.a. við tí fyri eygað at fáa økt um áhugan í útlandinum fyri føroyskum fiski úr heimsins reinasta sjógvi.

Tað er í hesum sambandi, at felagið Baldur, Hotel Føroyar og Fiskavirking skipa fyri einum heldur óvanligum tiltaki á Hotel Føroyum fríggjadagin og leygardagin.

Fríggjamorgunin fara umboð fyri peningastovnar, fiskavirki, fiskasølu, tryggingarfeløg oo. sum hava okkurt tilknýti til fiskivinnuna at vera við til at hagreiða ymsan fisk í køkinum á Hotel Føroyum. Tey fara m.a. at reinsa øður og fylgja arbeiðinum hjá einum av teimum kendastu fiskakokkunum í Íslandi, Rúnar Marvinsson, sum er komin til Føroya at vera við í hesum heldur óvanliga tiltakinum. Saman við honum verður eisini Gunder Fossadal, køksstjóri á Hotel Føroyum.

Seinnapartin skulu innbodnu umboðini so royna teir ymsu fiskarættirnar og aftaná verður so kunnað og tjakast um, hvussu vit føroyingar sjálvir fáa eyguni upp fyri, hvussu vælegnaður fiskur er til matna, og hvussu vit í okkara dagliga arbeiði kunnu gera meira fyri at vekja áhugan í útlandinum fyri føroyskum fiski. M.a. fer Birgir Enni at tosa um skeljafisk sum forkunnugur matur heima sum burturi.

Leygarkvøldið er so alment fiskakvøld á Hotel Føroyum. Tá fer Rúnar Marvinsson aftur at royna seg við ikki færri enn fýra fiskarættum. Lýst er í bløðunum um tekning til hetta kvøldið.