Síðani umleggingina av KT-skipanini hjá peningastovnunum frá Elektron til SDC hava føroysku peningastovnarnir skorað milliónir frá føroysku brúkarunum við smáum upphæddum. Fleiri ting eru komin í ljósmála og enn fleiri koma á hvørjum degi, har peningastovnarnir nú taka pening av kontum hjá fólki uttan at hava fingið heimild til tað ella uttan at boða brúkaranum frá nýggja avgjaldinum.
Seinasta tingið í røðini er, at peningastovnarnir, allir sum ein, hava trekt kontur fyri at hava útskrivað tíðaravmarkað kontuavrit, 10 krónur stykkið, sjálvt um fleiri hava frámeldað hesa tænastu. Hetta gjørdu teir tann 31. mai og nú aftur tann 30. juni.
Stjórin í Eik, Bjarni Olsen, sigur við Vágaportalin, at hetta má vera ein feilur, og at hann verður rættaður.
Men hetta er ikki einasta tænasta, nú skal gjaldast fyri. Heldur ikki ber longur til at flyta millum egnar kontur, uttan at gjald verður tikið fyri hetta. 15 krónur fyri hvørja ferð.
Hugsa við okkum, at tað eru 100.000 kontur í Føroyum, sum tað væl mann verða, hava bankarnir aftur henda mánaðin fingið 100.000 ferðirnar 10 krónur, sum er ein millión krónur, bara í kontoavritum. Omaná tað kemur so gjaldið fyri eitt nú flytingarnar.
Eisini inni á Kjaktorginum kjak.org eru fleiri, sum kæra sína neyð um upphæddir, ið verða trektar av kontunum, uttan at tey vita hvat tað er fyri ella uttan at tey hava givið heimild til tað.
Onkur hevur fingið trekt kontuna fyri kortgjald sum ánari av VISA elektron, 150 krónur, uttan at hesin nakrantíð hevur átt eitt Elektron kort.
Sum heild er ógvuliga stór ónøgd millum fólk um ta tænastu, bankarnir í løtuni veita sínum brúkarum.