Bankastjórar stóra lønarhækking í fjør

Við at hyggja í ársroknskapirnar hjá teimum donsku bankunum fyri 2011 hevur tíðindastovan Ritzau roknað seg fram til, at í meðal fingu teir donsku bankastjórarnir 18 prosent meiri løn í 2011 enn í 2010. Hetta er galdandi fyri teir bankarnar, sum hava kunngjørt roknskapin fyri árið í fjør, og tilsamans hækkaði lønin hjá stjórunum í hesum bankunum úr 128 milliónum krónum í 2010 í 151 milliónir krónur í fjør ella 18 prosent, skrivar Ritzau og leggur afturat, at meðallønin hjá teimum 35 bankastjórunum var 4,3 milliónir krónur í fjør.

Yvirlitið, sum Ritzau hevur gjørt, vísir, at best lønti bankastjórin í Danmark er stjórin í Nordea-bankanum, og hann fekk eisini ta størstu lønarhækkingina í fjør. Sambært roknskapinum fekk stjórin knappar 12,2 milliónir krónur í fjør ímóti 8,35 milliónum í 2010. Hækkingin svarar til 45,7 prosent.

Burtur úr rúgvuni kann nevnast, at í Nykredit fingu tríggir stjórar tilsamans14 milliónir krónur í fjør ímóti 10 milliónum árið fyri ella 40 prosent meiri. Í Sydbank var lønin 9.7 milliónir krónur til tveir stjórar, og tað var næstan 39 prosent meiri enn í 2010.

Í tí størsta danska bankanum, Danske Bank, hækkaðu lønarútreiðslurnar til stjórnina góð 31 prosent í fjør, og tað gav teimum fýra stjórunum tilsamans 33,9 milliónir krónur í lønarposan.

Grønlandsbankin er nevndur í yvirlitinum. Har er ein stjóri, og hann fekk 2,24 milliónir krónur í løn í 2011, og tað var at kalla tað sama sum árið fyri.

Tveir bankastjórar fóru niður í løn í fjør. Tað vóru stjórarnir í Østjydsk Bank og DiBa.