Nú verður alt virksemið hjá Norðoya Sparikassa í Eysturoy savnað í Fuglafirði.
Tað var, tá BankNordik fyri tveimum árum síðani læt deildina aftur í Fuglafirði, at Norðoy Sparikassi gjørdi av, at hava tvær bankadeildir í Eysturoy. Deildin hjá Norðoya Sparikassa í Fuglafirði læt 18. februar 2013.
Men hetta verður nú broytt, tí frá 1. mai at rokna, fer Norðoya Sparikassi bert at hava eina deild í Eysturoy, og hon verður í Fuglafirði.
Tað er lága rentustøðið, sum sambært Norðoya Sparikassa er orsøkin til, at deildin í Saltangará skal latast aftur.
Í tíðindiskrivi sigur sparikassin soleiðis:
»Lága rentustøðið ber avbjóðingar við sær um støðugt at tillaga raksturin. Tí hevur Norðoya Sparikassi nú tikið avgerð um at lata deildina í Saltangará aftur. Tað ber við sær, at alt virksemið í Eysturoy verður savnað í Fuglafirði.
Sparikassin fer framvegis at veita viðskiftafólkum sínum kring alla oynna eina góða og kappingarføra tænastu.«
Tá deildin í Saltangará letur aftur 1. mai, eru tríggjar deildir hjá Norðoya Sparikassa eftir: Umframt høvuðsdeildina í Klaksvík eru deildir í Fuglafirði og Tórshavn.